hvat skal við í mítt kuffert
um eg flyti heimaftur?
er pláss fyri tí
sum eg eri vorðin?
eg havi fylgt við í kjakinum
skrivað undir í mótmælinum
kann ikki broyta hugburð
gloyma alt eg havi lært
eg vendi aftur til ódnarveður
vánaligar fløguútgávur
eina árliga blokering
av Kaldbaksbotni
hampafólk í samkomu
sum eru útbúgvin í bíbliu
men rodna tá eg syngi
um samkynd og nekarar
er himmalin og Atlantshavið
eitt vandamikið útsýni?
eru vit nærri Jesusi
enn onnur fólkasløg?
tað kitlar í búkinum
av spenningi og iva
eg havi alt tað við mær
sum eg sóknaðist eftir
eg eri antlitið úr heiminum
tú kanst lesa tað í eygunum
eingin kann steðga mær
mínar røtur eru festar
alt skal við í mítt kuffert
um eg flyti heimaftur
eg vendi aftur av virðing
fyri tí sum eg eri