Teitur - Útsetin lyrics

Published

0 181 0

Teitur - Útsetin lyrics

hvat skal við í mítt kuffert um eg flyti heimaftur? er pláss fyri tí sum eg eri vorðin? eg havi fylgt við í kjakinum skrivað undir í mótmælinum kann ikki broyta hugburð gloyma alt eg havi lært eg vendi aftur til ódnarveður vánaligar fløguútgávur eina árliga blokering av Kaldbaksbotni hampafólk í samkomu sum eru útbúgvin í bíbliu men rodna tá eg syngi um samkynd og nekarar er himmalin og Atlantshavið eitt vandamikið útsýni? eru vit nærri Jesusi enn onnur fólkasløg? tað kitlar í búkinum av spenningi og iva eg havi alt tað við mær sum eg sóknaðist eftir eg eri antlitið úr heiminum tú kanst lesa tað í eygunum eingin kann steðga mær mínar røtur eru festar alt skal við í mítt kuffert um eg flyti heimaftur eg vendi aftur av virðing fyri tí sum eg eri