Terji Rasmussen - Ferð til dreymaland lyrics

Published

0 338 0

Terji Rasmussen - Ferð til dreymaland lyrics

Hákunnardrongur situr við tína song og leggur tær torvmold í eyga, hann syngur eina vísu um, at náttin er so long og tú má honum lova, at tú legst at sova, tá sleppur tú í dreymaland at spæla til tað lýsnar So banka tit á portrini í stóru dreymaborg sum opnast - og tit trína innar í vakrar urtagarðar har einki eitur sorg tit ganga eftir gøtum á blómuprýddum fløtum, har littir fuglar syngja so vakurt fyri tær So ríða tit á mánastrálum eftir himnabrúgvum og stjørnurnar lýsa tær á veg tær hanga undir hválvinum í smáum bjørtum rúgvum, og sum klokkur tær ringja, sum einglar tær syngja og ynskja, at eydnan skal fylgja tær á veg Tú vaskar tær í silvitni, sum mánin hin klári í nátt letur dansa á vág, og norðlýsið bjarta tær tváar inn hárið, tú tornar á strondum í ævintýrlondum, og stjørnudust flættar tú í títt reina hár Men út móti morgninum, Hákunnardrongur teg leiðir heim í tína song, nú sleppur tú ikki at spæla har longur, tí dagur fær nátt til at fella í fátt, og dreymarnir hvørva tá ljósið er nær