"Sangir í moll geva mær the blues", segði hon við meg og skrúvaði upp. Dovið øl og stearin rundan um James Dean, tann fyrsti var dottin av í rúsinum. Vit yptu øksl saman, sukku niður í bláman, stjólu hvønn annan til sangir í moll. Tá eg raknaði við var hon farin heim, hurðin hjá mær stóð víðopin. Ein friðarlig akkord, ið eingin annar hoyrdi, summaði millum fløskurnar í stovuni. Bert eitt kann henda, tá ið ljósið er tendrað við tveimum, sum dansa til sangir í moll. Vit yptu øksl saman, sukku niður í bláman, stjólu hvønn annan til sangir í moll.