tín rødd ferðast runt húsini sum eitt vælkent lag tíni orð hita mín kropp sum eitt heitt bað góða, eg eri øvundsúkur inn á teg tú dugir nógv betur at liva enn eg ár eftir ár - tú eldist í mær og leikir míni sár dag eftir dag - tú er eitt heilagt stað eg liggi eina svøvnleysa nátt í andvekri nógv betri enn ein góður dreymur er veruleikin tað ljóðar so væl tá ið tú sigur tað ábyrgdarfrítt tú kennir tað gráa ímillum svart og hvítt ár eftir ár - tú eldist í mær og lekir míni sár dag eftir dag - tú er eitt heilagt stað