Valravn - Òlavur Riddarós lyrics

Published

0 170 0

Valravn - Òlavur Riddarós lyrics

Ólavur ríður eftir bjøgunum fram Kol og smiður við Fann hann upp á eitt álvarann Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv Dansið lystillig Út tá kom eitt tað álvafljóð Kol og smiður við Flættað hár á herðar dró Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv Dansið lystillig "Ver vælkomin, harra Riddararós Kol og smiður við Kom og dans og kvøð fyri os" Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv Dansið lystillig ("Eg kann ikki meira hjá álvum vera í morgin lati eg mítt brúdleyp gera") "Vilt tú ikki meira hjá álvum vera Kol og smiður við Sjúkan skal eg títt brúdleyp gera" "Fyrr vil eg í morgin til moldar gá Kol og smiður vid Enn eg vil sjey vetur liggja á strá." Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv Dansið lystillig Hon skonkti honum í drykkjuhorn Kol og smiður við Har fór í tað eitukorn Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv Dansið lystillig Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv Dansið lystillig