Stilla kvøldarmyrkrið lokkar ljósini fram á skipum ið liggja við kai tey speglast í smáum aldum á vánni hetta forsummarskvøld í mai Á Tinganesi siti eg og droymi meg stillisliga upp um dagsins stríð og allar mínar trupulleikar gloymi eg uttanfyri stað og nakra tíð Ein hvítur plastikposi stendur undir míni lið fullur av grønum skaldadrykki og endurljóð stendur úr turrari hellu tá propparnar av eg rykki Eg murri eina vísu um tað gleði sum einans varir eina lítla stund og hvørvur tá ið líður móti degi tá jørðin aftur fer at blíva rund Ein reynafrensur heldur konsert í onkrum skoti á Bursatanga sita tvey og fríggja og orðini tey teska hoyrast yvir alla vánna til ein gomul likka setir seg at skríggja Rundan um meg er alt gleðisrómur sjálvt mánin er í sera góðum lag men nú er posin við at vera tómur eg reisist tí og vingli so avstað