Snowgoons - Áðrenn vit flagga lyrics

Published

0 344 0

Snowgoons - Áðrenn vit flagga lyrics

Ja, hetta er sveitti og tár, lið um lið á eitt landslið Ein boðskapur, ið rakar skallan sum nazis Mín lívsstílur er aldrin bleytur á eitt hart beat, so statt við, fær avstað ella halt kjaft, please Hvat sker champ, eg taki eitt skot fyri belti. Einki merki sum logo - Mítt logo er Merkið Felli ego trips í essinum, tí eg nokti at blandast við, og toppi á motivering meðan tit botna í jalousi Tey hata, tá tú vilt upp Elska teg, tá tey na**a Smíla, um tú ikki hevur minus Snerkja, um tú skorar ka**an Kamofleraðar slangur rósa sum ba** til musikkin Men skjót at spotta teg sum bonkpress – aftan fyri ryggin Hetta er til gjøgnumbrot í sving og karismuna, ið geylar Sum insomnia, eg noyði realismu í dreymar Hang í, sláið ring, tí hvørt trin er fyri søguna So vit skjóta eftir verðini, sjálvt um málið er tað føroyska! Tað er mítt mál, mítt orð og mítt lív (kom upp!) Mín tjóð, mín løta, mín tíð (kom upp!) Mítt val, fokk at pynta ein lívsstíl (kom koyri á kom!) Tí áðrenn vit flagga! Kom ein, kom øll Kom ein, kom øll Kom ein, kom øll Er hetta dropin, ella síðsta skrittið tikið fram til toppin? Er hetta andadrátturin, eg taki, áðrenn eg raki botnin? Splittsekundið har eygnalok og hop latast aftur Tá maktarsloysi, ið bítur inn á bein, og orð takast aftur? Nah, hetta er blóð á tonnina, eftir slagið eg reisist upp Hálað niður við makt, men siggja flaggið tað heisist upp Mali verðina á triiðja fingri, so eg kann bora eitt fokk inn í tey, sum undirmeta okkum, eg kenni mítt pláss Eg háli grundina upp, varpi ljós á haturin, so tey noyðast at venda um Ein gud, so eg trúgvi upp á meg sjálvan, einki blasfemi Geri tað eg brenni fyri, er tað skeivt so lat meg brenna í frið Tey fronta til tey renna frontalt og tosa lort, standa føst á síðulinjuni, løbið er koyrt Breyt úr natúr, og konfrontaði mín størsta fjenda Tók sakina i egnar hendur, og endaði við at eg breyt speglið (fokk tað) Tað er mítt mál, mítt orð og mítt lív (kom upp!) Mín tjóð, mín løta, mín tíð (kom upp!) Mítt val, fokk at pynta ein lívsstíl (kom koyri á kom!) Tí áðrenn vit flagga! Kom ein, kom øll Kom ein, kom øll Kom ein, kom øll