Vilja tit lýða og ljóð geva mær, eg bróti av bragdartátti
Kongur ráddi for Nøríki, hann tógva synir átti
Rennur og rennur foli mín
Grønari grund og vín bar reyða lund
Stíg at dansa stund
Kátur leikar foli mín
Á grønari grund
Átt hevur hann sær tógva synir, báðar kann eg væl nevna
Magnus og hann Torstein jall, teir kunna væl dreingjum stevna
Jallurin gongur for kongin inn og sigur honum frá
Nú er Torstein, sonur tín, kvittaður londum frá
Um hann vil av ríkinum fara, eingin skal honum banna
Hann kann ei síni forløg flý, sjálvur má hann tað sanna
Tað lovaði eg bæði faðir og móðir, tá eg í vøggu lá
Eg skyldi ei ræðast tann heita eld, ei heldur tað hva**a stál
Vargurin liggur í vetrarmjøll, staddur í stórari neyð
So er tann maður, í víggi stendur, næstan tolir deyð
Frúgvin var bæði studd og leidd, inn í sín faðirs veldi
Ljómin skein av akslagrein, tað skyggir av tignareldi
Nú er hetta kvæðið endað, tað man góðum gegna
Torstein tók við ríkjunum báðum so við hvørju tegna