Heljareyga - Regnið lyrics

Published

0 332 0

Heljareyga - Regnið lyrics

Ódn og náttin svørt, ið ravnin við sær hevur ført Svarta flog, ið ber mær boð at fylgja við Við á eina ferð í aðra verð, tí nú at ódn og ilsku ber Illgongd leið at bróta eið og allan frið Einsamallur út í Regnið Vindin Myrkrið Frammanfyri Bergið Brimið Stormin Ravnur vindi reið Tíð mín vinur ver og meg um ár og aldur ber Burtur frá um ægin blá og norðanvind Leiðin liggur út har lagnan lær og garmar goyggja eftir mær Ódnarljóð har stormur stóð um fjallatind Vindi reið eitt ravnaflog Bar við sær tey sorgarboð Og eina myrkursgerð Boðar bráa burturferð Ta longu vøkunátt Veingir tóna toruslátt At royna sáttargerð Kanska bøtur einaferð