Bláa stjørnuljósið – speglast gjøgnum gluggan leggur perlur í títt hár dansar spælandi sum morguntár inn í svøvnin inn í sinnið Vekir kenslur upp – læandi og reinar sum eitt frískligt summarlot tankar flúgva eins og stjørnuskot fevna um tín anda – leggjast á títt mjúka hold Og við tær sigli eg avstað út um hugans sker út í lotið – út har gleðin er
læandi – sveimandi við tær Gjøgnum bylgjubrot – út á bláar víddir ferðast handan heimsins tjøld har ein løta varir heila øld har ið holdið frøðist – úti har ið sálin lær Tí við tær sigli eg avstað út um hugans sker út í lotið – út har gleðin er læandi – sveimandi við tær læandi – elskandi við tær