Vit ganga á sama vegi
fevna um sama heim
fjakka í ótta og gleði
syrgja og halda á gleim
Og lívið er okkara gáta
eitt undur sum allatíð er
í náttini nýføddur grátur
borin á kærleikans lokkandi vallaraferð
Enn einaferð
eigur tú dagin at virka í frið
og myrkrið at droyma við mína lið…
Vit áttu at staði saman
í kuldanum kynt eitt bál
so lýsti tó vinarglæman
um vit ikki rukku á mál
Men lívið tað er ein gáta
ein fløkja sum allatíð er
um túsund menniskju práta
- so hoyrist úr vindinum grátur har órættur er
Eru vit deyv
tí vit eiga dagin at virka í frið
og myrkri at hvíla og elska í…